17 føroyskar ljósmøður hava heitt á Rættarnevndina at broyta uppskotið um nýggja fosturtøkulóg.
Tær siga í skrivi til nevndina, at tað hevði verið sámiligt um lógin hevði ásetingar sum gjørdu, at heilsustarvsfólk høvdu rætt til at nokta at vera við til at fremja fosturtøkuinntriv, um tað býður teirra sannføring ímóti.
Samsvarandi danska lógin hevur eina tílíka áseting, vísa tær eisini á.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo