Tórshavnar kommuna: Ljósmastrar vórðu herfyri settar upp kring tennisvøllin í Gundadali, og í dag tendraðu ljósini.
Ein lítil móttøka var í Gundadali, tá ið ljósini vórðu tendrað.
Fyri knøppum 2 árum síðani varð verandi undirlag lagt á vøllin. Gamla undirlagið var úr gummi og hevði næstan 30 ár á baki.
Nú er undirlagið úr graslíki og sandi. Hetta hevur eitt nú gjørt, at tað ber til at spælt tennis, hóast vøllurin er vátur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo