Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Orðaskiftið á Tingi týsdagin og hósdagin í farnu viku um bilar, MVG og umhvørvið ber á brá, at landsins politikarar hava flutt seg eitt vet í málinum um orku og umhvørvi.

Nú tykist ikki at verða skift orð, um vit skulu hava eitt orkuskifti, men meira um hvussu. Elektrifiseringin verður nú boðin vælkomin. Tað er hugaligt. Tí fyri fáum árum síðani vóru politikarar, sum hildu, at hetta áttu Føroyar als ikki at hugsa um.

Fleiri áhugaverd og umráðandi evni um umhvørvis- og orkupolitikk vóru frami í orðaskiftinum. Hetta er sjálvsagt ein samansett avbjóðing, og tað gerst heldur ikki lættari at viðgera málið, tá ið torskild tøkni liggur aftanfyri. Tí er tað ikki óvæntað, at øll ikki skilja samanhangin og avleiðingarnar av tí, tey bera fram og atkvøða fyri. Og tá ið eingin greiðir orkupolitikkur finst, og eingi yvirskipað umhvørvismál eru orðað, verður arbeitt eitt sindur í blindum.

Serliga trý viðurskifti frá orðaskiftinum vóru áhugaverd, og tey verða tikin fram her. Hesi viðurskifti vórðu umrødd til tess at stuðla lógaruppskotinum, sum ger, at Føroya Løgting og Føroya fólk stuðlar hybridbilum sum liður í ætlanini at førka Føroyar móti einum veruligum orkuskifti.

Eingin vøkstur í elbilasøluni?
Tað varð nevnt fleiri ferðir, at leisturin higartil við at stuðla skiftinum til elbilar ikki hevur riggað, og fyri at skunda undir skiftið er neyðugt at stuðla undir, at fleiri hybridbilar verða seldir, og tí skuldu hybridbilar við í lógina. Uppáhaldið er, at sjálvt um MVG-afturberingin hevur verið í gildi seinastu árini, eru fáir elbilar seldir. Hetta er beinleiðis skeivt og villleiðandi.

Alsamt fleiri elbilar verða seldir í Føroyum. Seinastu árini hevur árligi vøksturin verið í miðal 80% (ár fyri ár). Samlaði persónbilaflotin vaks í 2020 við 683 bilum, har 135 ella 19,7% vóru elbilar. Leisturin við MVG-afturbering, sum var galdandi til ársskiftið, hevur hjálpt.

Tað tekur tíð at flyta hugsunarháttin hjá fólki. Hetta er ikki eitt einfalt val - sum at velja ímillum at keypa vanligt smør ella vistfrøðiligt. Leggja vit so aftrat allar tær mýturnar um, hví tað ikki riggar við elbilum, sum standast av fákunnu og talsmonnum fyri siðbundna bilídnaðin, sum hevur nógv at missa, nú samfeløg skifta til elbilar, so tekur tað enn longri tíð, til vit koma til avgerandi vegamótið.

Infrakervið til el ikki klárt?
Summi tingfólk vildu vera við, at infrakervið til elbilar ikki er klárt til at taka ímóti nógv fleiri elbilum. Hetta má býtast í tvey. Fyri tað fyrsta, um man væntar, at tíggjutúsundtals bilar í Føroyum verða skiftir út eftir eini løtu - beint her og nú - so hevur man eina heilt skeiva fatan av málinum. Bar til at skifta allar bilarnar út í einum, so er tað kanska rætt, at tað hevði skapt avbjóðingar fyri almennu løðistøðirnar, men so skal hetta loysast, har trupulleikin er og ikki við at seta eina forðing inn afturat. Tá ið KVF spurdi SEV um hetta mikudagin, var svarið greitt, at SEV ikki metti, at infrakervið til elbilar var ein veruligur trupulleiki.

Hybridbilar hjálpa?
Tann triðja pástandurin er, at hybridbilar hjálpa orkuskiftinum á leið. Eftir øllum at døma er hugsanin tann, at fólk sum ivast, fara heldur at keypa ein hybridbil fyri so at skifta hann út um nøkur ár við ein elbil. Akkurát hetta uppáhaldið kann tykjast skilagott. Men júst hesin pástandurin er tann vánaligasti  fyri orkuskiftið og umhvørvið.

Hybridbilar minka útlátið at kalla einki í mun til nýggju bensin- og dieselbilarnar. Plug-in-hybrid bilar dálka minni, men kanningar vísa, at nógvir brúkarar ongantíð ella sjáldan løða teirra plug-in-hybrid, tí teir skulu fylla brennievni á tangan allíkavæl – og tá dálka summir plug-in-hybridbilar enn meira enn ein vanligur nýggjur bensin- ella dieselbilur.

Keypir tú ein hybridbil nú, so útsetir tú avgerðina um at ein elbil, og tískil stimbrar lógin fólki at halda fast um vaksandi útlát frá bilum – altso øvugt ávirkan borið saman við upprunaliga endamálið við lógini.

Stjórarnir í Waag og Bilasøluni hava uppiborið eitt herðaklapp fyri at mæla frá, at hybridbilar skulu uppí lógina.

Elbilafelagid.fo

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo