Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Livyan Borges Silva hevur havt eitt framúr gott fyrsta ár í Føroyum, og tað er longu greitt, at samstarvið millum hana og B36 heldur fram í 2023 - Mynd: Andrass Thomsen

FSF: Kvinnurnar hjá B36 endaðu kappingarárið við einum góðum stima, har tær vunnu tríggjar teir seinastu dystirnar og endaðu á fjórða plássi.

Ein av orsøkunum til góðu gongdina er júst Livyan Borges Silva, sum kom til felagið úr heimlandinum Brasil undan kappingarbyrjan.

Livyan spældi allar 21 landskappingardystirnar hjá B36 á tamb, og við 15 málum gjørdist hon eisini toppskjútti fyri árstalsfelagið.

Í fyrradagin varð góði endin á kappingarárinum so eisini staðfestur við tað, at Livyan varð kosin besti spælari hjá kvinnum í oktober.

Atkvøðugreiðsluna vann hon í sera tættari kapping við Jensu Tórolvsdóttir úr Víkingi, og stsutt aftanfyri tær var púra javnt millum Sannu Svarvadal og Duritu Hummeland úr KÍ, Rebekku Benbakoura úr HB og Heidi Sevdal úr NSÍ.

Tað var Fróði Danielsen, starvsnevndarlimur í FSF, sum handaði einari sera fegnari Livyan heiðurin í B36 húsinum í fyrrakvøldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo