Sólarroðin lív og vón sjónber,
eins og kærleika, meðan tíðin fer;
sólarrenning er møguleiki á hvørjum degi,
gevur orku og nýggja megi.
Sólargangur ymiskur byggir á sólarroðan;
geislin hevur eina tíðarbæra boðan;
Sólarfylgið stendur ikki í stað,
í glæmuni til enn ein dag.
Sólarhiti kann sálarbót veita;
glottin vil linna upp leita;
sólarmegin er tíðum gott at vera,
tá byrðan er tyngri at bera.
Løtan til staðar eisini um sólarlag;
rámandi tann sum kvæð:
“Leikum fagurt á foldum,
eingin treður dansin undir moldum”.
Sóltíðin í vestri setur;
menniskjan veit ikki nakað betur;
bylgjan tá loftar roðanum fim,
á fjørði uttan stórvegis brim.
Henrik Weihe Joensen
29. november 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo