Sum børn vit í túninum spældu; eygleidd og ansað
av teimum, ið myndaðu býin
Mammur og pápar ommur og abbar
og tey ið okkum og grannalagnum hoyrdu til
Seinni vit fóru í skúla 1-2-3-4- skúla ár í gamla skúla
Sandurin var eitt framúr spælipláss
Alda alda kom tú skalt fáa bomm
Skúlin er liðugur og nú byrjar ein nýggjur kapitul
Nógv á flakavirkið fóru
Onnur í handil at royna seg
Og so allir sjómenninir
Nógvir í smiðju- og aðrir í bilsmiðju
at læra seg.
Nú byrjar ein annar kapitul
Nú eru tað vit ið fáa børn
Mammur og pápar vera ommur og abbar
Onkur er farin - summi ov tíðliga
Tey ið myndaðu býin eru nú tey eldru og gomlu
Onnur eru farin í annan bústað
Og soleiðis endurtekur lívsins ringrás seg.
AEHK
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo