Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eldraøkið skal raðfestast hægri, hoyra vit javnan, serliga upp undir val. Øll eru samd um, at tey eldru skulu hava tað gott.

Tað eru nógv ting sum rigga, men tað eru heilt sikkurt ting, sum kunnu gerast øðrvísi og ikki nýtast at kosta kassan. Mín fatan er, at her eru alt ov nógvar hovsaloysnir/væntandi planlegging.

Sjálvandi skulu fólk búgva í egnum húsi, um tey ynskja tað, men tað eru borgarar, sum fáa akut pláss á røktarheimi, tí tey eru so illa fyri, at tey ikki klára seg heima. Hettar førur ofta við sær, at fólk búgva saman á heimum, sum hava ymiskar diagnosur og ymiskan tørv. Eg veit gott at tað ikki kann lata seg gera í øllum førum, men kundi hugsað mær eina meira tilvitaða bólking av búfólkum, soleiðis at tey, sum hóska best saman, í mest møguligan mun búgva saman.

Mín hugsan er, at vit td. skulu hava deildir/heim fyri eldri við psykiskum avbjóðingum og fleiri heim/deildir til fólk við demens/alzheimers.

Uppi í Hoyvikini er eitt røktarheim við íbúðum projektera, 64 búpláss til eldri, 16 røktaríbúðir og dagtilboð til 50 eldri heimabúgvandi borgarar á økinum. Hettar er alt ov lítið, tá man hugsar um, hvussu stórur tørvurin á røktarplássum er.

Tað er synd at siga at umstøðurnar hjá eldra borgaranum fær serliga høga raðfesting.

Man kann tó ikki siga, at undanfarna býráðssamgonga hevur ligið á latu síðuni. Vit hava fingið stórhøll, langhyl, skjótibreyt, betring av umstøðunum hjá golfspælarunum, fiskaplássið er umvælt, havnará, nýggjan innkomuveg og bátahyl í Álakeri. Bert fyri at nevna nakrar av raðfestingunum hjá undanfarna býráð.

Tað er eldra ættarliðið, sum hevur uppbygt tað vælferðarsamfelag, sum vit liva í, í dag. Vit skylda teimum ein virðiligan aldurdóm, antin tey búgva í egnum búðstaði, á ellis- ella røktarheimi.

X við Ingvør Skaalum á lista B

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo