Tað er vorðin siðvenja hjá politisku floksformonnunum at kjakast um fiskivinnu á pallborðsfundi í Miðhøllini í samband við Sjómannadagin, og í ár var onki undantak. Sjáldan man kjakið um fiskivinnunýskipan hava verið meira aktuelt, enn tað er beint nú, so tað vóru væl upplagdir formenn og áhoyrarar, sum kjakaðust á fundinum í kvøld.
Sum heild eydnaðist tiltakið væl, og í morgin eru aftur forvitnislig tiltøk á skránni í samband við Sjómannadagin. Tá verður modell av sluppini Ernestine latin Klaksvíkar Svimjihøll kl.18, og ein tíma seinni hugleiðir Óli Olsen um sigling og navigatión. Bæði tiltøkini eru í Svimjihøllini.
Skráin fyri Sjómannadagin sæst annars umvegis leinkjuna niðanfyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo