Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Lívið gongur upp og niður tað vita vit

Viðhvørt koyrir tað bara aðrar tíðir als ikki

Gott at halda fast í tí sum var gott

Smíla eitt ekta smíl við minninum

Veit mín elskaði bróður hevur fylt nakað væl seinastu árini

hóast hann bert bleiv 20 ár og í dag hevði verið ein tilkomin maður

Hereftir verður tað bara innanhýsis

Tað er m.a, tí at í mong ár var tað sum um tað var fryst niður – eg talaði ikki um tað

Ymiskt er hvussu menniskjan reagerar tá ið lívið gerst ov hart

Tá ið tað brádliga bara verur høgt av kann tað følast sum ein  eyka byrða

Hann fórst á sjónum so tað er heldur ongin jarðarferð

Tá ið so pápi fór um sýn í 2012 kom alt aftur sum um tað akkurát var hent

Tástani tá byrjaði ein sorgproses(tilgongd) og nú var eitt hvíldarstað at vitja

Tað havi eg vitjað nógv og tosað við teir báðar og merkt nærveruna

Var knapt 4 ár millum okkum skjótur var hann at ganga og kvikur

Hann fór beint inn í hjarta á fólkið

Tá eg so fór í skúla kom hann rennandi í Byrgjatúnið og skuldi mussa meg

baj áðrenn, tað helt eg vera nok so flovisligt men kundi ikki siga honum nei

Kann eisini minnast eg fór við lítlu systi oman í kioskina á Bakkanum- tú skuldi altíð ganga á garðinum og eg lyfti teg uppá - miðlingasysti var fitt still og varin fór ikki so langt tað er eisini okay - vit hava havt nógvar góðar løtur

Herborg omma átti fýra børn og 15 ommubørn av hesum upplivdi hon at missa ein 18 ára gamlan ommuson við bilvanlukku og ein 20 ára gamlan sum sjólátst.

Hetta ávirkaði alla familjuna nógv teir vóru okkum kærir.  

Herlon abbi(av Slættanesi) doyði so tíðliga og var langt síðan farin um sýn.

Lagnan var henni hørð                                                                   

Lagnudagurin leyp líkasum út úr álmanakkanum í fleiri ár aftaná

Sama ár komst tú mín elskaða dóttur alt ov tíðlja og í eitt kaos - vildi ynskt tað var øðrvíst -tað bleiv tað við tíðini

Yvist ikki í hetta hjálpti abba og ommu tíni væl í teirri stóru sorg - tey vóru nógv og væl um teg - Takksom

Abbi og tú blivu hjartavinir- tað var nakað heilt serligt- veit tú saknar hann hvønn dag -         rík eru minnini

Nú fingu tit eina dóttur og omma er smelta hon er lívgevandi lívsjáttandi vit sita á gólvinum og hava “tea party” vit hyggja at teknifilmi saman fyri tey smáu ganga túrar og bara eru saman. Hetta er lívið

  •  -     -    -     -     -     -     -     -     -     -     -     -     -     -    -

Var hann perfektur: Nei

Mildur hjartagóður skemtiligur altíð góður at koma til. Havi hoyrt hugtaki

“eitt gott hjarta og ein veik sál” sigi bara so

So fór hann og eg fekk ongantíð vant meg við at hann var farin tí nú skuldi lívið livast víðari

Eg var rasandi í dag rasandi í morgin aftur dagin eftir aftur vikuna eftir o.s.v....

Útmaktandi inntil tann dag vreiðin hevði eitt navn : Sorg

Tað manglandi forstáðilsi fyri at eg bara í frið vildi venja meg við at tú vart farin - komi  eg ongantíð at skilja-eg var slet ikki klár bara beinanvegin at liva víðari –

Og ongin spurdi meg

Takk og lov fyri mínar “bestie”

Ein tíð at syrgja ein tíð at lekja ein tíð at koma víðari. Endiliga.

Skriva január 24,
AnnaElisabeth Hansdóttir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo