Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan:  Væntaður livialdur, á enskum 'life expectancy', er, hvussu leingi ein aldursbólkur í miðal hevur eftir at liva, um deyðatíttleikin fyri hendan og eldri aldursbólkar verður verandi sum í uppgerðarárinum. Væntaði livialdurin vísir, hvussu leingi fólk livdu í uppgerðarárinum. Tað er ikki ein meting av, hvussu leingi fólk í veruleikanum fara at liva. Tølini fyri væntaða livialdurin sveiggja nógv og verða tí javngjørd fyri at fáa eina meira rættvísandi mynd av gongdini. Les meir um mátið niðast í greinini.

Liva longri
Væntaði livialdurin frá lívsbyrjan er nú í miðal 85,2 ár hjá kvinnum og 79,7 ár hjá monnum. Nýggjasta uppgerðin vísir, at væntaði livialdurin hjá kvinnum er hækkaður, meðan hann er lækkaður hjá monnum. Hjá kvinnum er væntaði livialdurin hækkaður við tveimum árum samanborið við seinastu uppgerð, meðan hann hjá monnum er lækkaður við hálvum ári. Í seinastu uppgerð lækkaði væntaði livialdurin við umleið tveimum árum hjá báðum kynum.

Hóast væntaði livialdurin hjá monnum er lægri enn í seinastu uppgerð, so vísa javngjørdu tølini, at langtíðargongdin heldur fram. Bæði hjá kvinnum og monnum er væntaði livialdurin longdur munandi seinastu árini. 

Munur er framvegis millum kynini. Kvinnur gerast eldri enn menn. Munurin er tó ikki eins stórur, sum hann hevur verið, tí væntaði livialdurin hjá monnum er longdur meiri enn hjá kvinnum. Munurin millum væntaða livialdurin hjá kvinnum og monnum er minkaður úr 7,1 árum niður í 4,6 ár síðan 1985/86. 

Hetta sæst í myndini niðanfyri, sum vísir roknaða og javngjørda væntaða livialdurin hjá monnum og kvinnum síðan 1985/86.

Eftirverandi liviár frá 65 árum
Væntaður livialdur kann eisini roknast sum eftirverandi liviár. Tað eru tey ár, sum ein maður ella kvinna í til dømis 65 ára aldri í miðal kunnu vænta at hava eftir at liva. Um ein persónur er komin upp í slíkan aldur, er komið um nógvar vandar, sum kunnu vera í yngri árum. Vandar, sum persónar kunnu doyggja av, áðrenn tey gerast 65 ár. Av hesari orsøk leggjast nøkur ár aftur at tí livialdri, sum annars er fyri ein yngri persón. 

Hetta sæst í myndini niðanfyri. Her síggja vit, at ein 65 ára gamal maður í miðal kann vænta at hava 18,6 liviár eftir. Tað svarar til ein væntaðan livialdur, sum er 83,6 ár. Tað eru gott 4 ár meir enn væntaði livialdurin fyri ein nýføddan drong, ið er roknaður til 79,7 ár.  

Somuleiðis kann ein 65 ára gomul kvinna í miðal vænta at hava 22,8 eftirverandi liviár. Tað er ein væntaður livialdur upp á 87,8 ár. Tað er knapt trý ár longri enn ein nýfødd genta, sum kann vænta at liva til hon er 85,2 ár. 

Væntaði livialdurin longdur munandi síðstu 40 árini
Væntaði livialdurin er longdur munandi síðan 1985, bæði hjá kvinnum og monnum. Serliga eru tað menn í Føroyum, sum nú liva longur enn teir gjørdu fyrr. 

Væntaði livialdurin hjá monnum við lívsbyrjan er øktur við gott níggju árum ella umleið 13 prosentum síðan 1985/1986, meðan livialdurin hjá kvinnum er øktur við knapt sjey árum ella knapt níggju prosentum í sama tíðarskeiði.

Broytingin í eftirverandi liviárum frá 65 árum er somuleiðis stór. Samanborið við 1985/86 eru eftirverandi liviárini hjá kvinnum frá 65 árum økt við gott fýra árum ella knapt 25 prosentum. Hjá monnum eru tey økt við fimm árum, sum svarar til góð 35 prosent.

Myndin niðanfyri vísir prosentvísu broytingina í væntaðum livialdrum hjá monnum og kvinnum samanborið við grundtíðarskeiðið, ið her er sett til 1985/86. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo