Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Nýggj bók verður útgivin pálmasunnudag. Tað er Rúni Rasmussen, sum hevur skrivað bókina, ið hevur heitið “Lívið nær Gudi.”

Málið við bókini er, at hon skal vera við til at leiða menniskju inn í eitt inniligt og ríkt lív saman við Gudi. Høvundurin vísir í bókini á, at tað besta útgangsstøðið fyri lívi okkara er eitt tætt samfelag við Hann, sum hevur skapt okkum og elskar okkum óavmarkað.

Í stuttum snýr bókin seg um tað týdningarmesta í lívinum: samfelagið við Gud.

Rúni Rasmussen hevur í fleiri ár talað og undirvíst í ymiskum samkomum. Rúni hevur fyrr lagt nakrar útgávur til rættis (t.d. bóklingin Hvar stendur tað?). Hann er stjórnmálafrøðingur og hevur eisini BA-útbúgving í søgu. Rúni er deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni.

Bókin verður løgd fram á møtinum, sum verður í Kelduni í Skálafirði pálmasunnudag kl.11.00. Øll eru hjartaliga væl komin til bókaútgávuna og møtið. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo