Liverpool og Wolverhampton Wanderers leiktu í kvøld javnt 2-2 á Anfield.
Talan var um eina uppgerð í 3. umfari í FA Cup.
Goncalo Guedes legði útiliðið á odda 1-0 í 26. minutti eftir stórt mistak frá Alisson Becker í Liverpool-málinum, men í 45. minutti gjørdi Darwin Núñez nakað, hann ikki hevur verið so raskur til hesa síðstu tíðina - hann skoraði, og so var støðan 1-1.
Í 52. minutti legði Mohamed Salah heimaliðið á odda 2-1, men tann støðan helt sær bara í 14 minuttir, tí tá setti Hwang Hee-Chan bóltin í kassan fyri Wolves til javnleik 2-2, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Harvið skulu Liverpool og Wolves leika umdyst fyri at gera av, hvør av teimum skal víðari til 4. umfar í heimskendu steypakappingini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo