Framherjin hjá Manchester United, Lukaku, hevði bóltin 18 ferðir undir dystinum í dag móti Liverpool.
Liverpool málverjin Mignolet hevði hann 19 ferðir, skrivar VG sum hevur hugt eftir tølunum frá dystinum.
• Liverpool hevði bóltin í 62 prosent av tíðini, United bert 38.
• Heimaliðið skjeyt 18 ferðir, fimm av teimum á mál. United noteraði bert fyri eitt skot á mál - og bert fimm avslutningar totalt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo