Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Champions League, 2. umfar: Tá alt kom til alt, var klassamunur á Liverpool og Bayern München, tá liðini brustu saman á Allianz Arena í kvøld.

Liverpool vann ein lutfalsliga tryggan 3-1 sigur og kom harvið víðari í 1/4 finalurnar í Champions League, meðan Bayern vísti, at tað hevur stóran týdning, hvør stendur á odda fyri liðnum.

Farnu árini hevur liðið havt toppvenjarar sum Carlo Ancelotti, Jupp Heynckes og Pep Guardiola, men í ár hevur tað verið lutfalsliga óroyndi Nico Kovac, ið hevur staðið á odda fyri suðurtýska felagnum.

Kovac hevur vant kroatiska landsliðið í tvey ár, umframt Eintracht Frankfurt, men hansara tíð í Bayern minnir eitt sindur um hana hjá David Moyes í Manchester United.

Liðið hevur ov nógvir spælarar, sum hava toppað (Javi Martinez og Franck Ribery), og livir felagið ikki upp til gamlar hæddir í Evropa.

Tað er rætt, at Bayern nú er oddalið í Bundesliga eftir at hava ligið fleiri stig aftanfyri Borussia Dortmund fyrr í ár, men tað sýnist tó, sum at liðið er fleiri ár frá at vinna Champions League aftur.

Nú Zinedine Zidane er farin aftur til Real Madrid, kanska Jürgen Klopp kann taka yvir í Bayern?

Ella José Mourinho?

Viðvíkjandi Liverpool er at siga, at liðið beint nú telist ímillum tey allarbestu í Evropa, og um FC Barcelona og Manchester City eru betri enn Liverpool, so er tað bara marginalt.

Tað er eingin orsøk til, at teir reyðu úr Beatles býnum ikki kunnu trúgva uppá, at tað ber til at vinna Champions League í ár. Liðið hevur, sum er, ein av heimsins bestu leikarum í løtuni í Virgil van Dijk, og ger tað heldur ikki støðuna verri at hava Mohamed Salah og Sadio Mané í álopinum og Alisson Becker í málinum.

Men enn er langur vegur eftir á mál.

Bayern-Liverpool 1-3 (samanlagt 1-3)
0-1: Sadio Mané 26
1-1: Joel Matip  (39, sjálvmál)
1-2: Virgil van Dijk (69)
1-3: Sadio Mané 84

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo