Tom Heaton hevði ein ikki serliga góðan dyst í Burnley málinum í dag, tá liðið hjá honum var á vitjan hjá Liverpool.
Burnley tapti 4-2, og átti Heaton trý av málunum.
Harav var serliga málið til 3-1 ein brølari. Heaton rakti ikki eitt málspark nóg væl, og kom bólturin beint fyri føturnar á einum púra fríum Mo Salah, sum setta beina kós ímóti Burnley málinum og spældi til Roberto Firmino, ið hevði eitt opið mál at seta bóltin í.
Burnley liggur eftir ósigurin í dag fjórðaftast í Premier League við 30 stigum, nú bert tvey stig frá niðurflytingarstrikuni. Hetta er greitt, eftir at Cardiff vann sín dyst í gjár.
Sum nú er, eru Cardiff, Fulham og Huddersfield niðanfyri strikuna.
Tom Heaton hevur einans spælt 10 Premier League dystir í hesum kappingarárinum, eftir at hann byrjaði kappingarárið sum eykamálverji, meðan Joe Hart var 1. málverji.
Heaton tók plássið hjá Joe Hart eftir 5-1 ósigurin ímóti Everton 2. jóladag.
Við sigrinum í dag er Liverpool nú aftur bert eitt stig aftanfyri oddaliðið Manchester City. City hevur 74 stig fyri 30 dystir á 1. plássinum í Premier League, meðan Liverpool hevur 73 stig fyri 30 dystir á 2. plássinum.
Liverpool-Burnley 4-2 (2-1)
0-1: Ashley Westwood 6
1-1: Roberto Firmino 19
2-1: Sadio Mané 29
3-1: Roberto Firmino 67
3-2: Johann Gudmundsson 91
4-2: Sadio Mané 93
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo