Liverpool var á odda 3-1 móti Aston Villa, men tá ið dómarin hevði brígslað fyri seinastu ferð var úrslitið javnleikur 3-3 í Premier League-dystinum í kvøld.
Undan dystinum var longu greitt at Liverpool verður nummar trý í Premier League hesa sesongina, meðan Aston Villa kundi tryggja sær topp fýra og CL-pláss við einum sigri.
Við einum stigi til Villa so kann Tottenham fara framum. Villa hevur 68 stig og ein dyst eftir, meðan Tottenham hevur 63 stig og tveir dystir eftir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo