Leicester var ikki at kenna aftur í dystinum móti Liverpool í kvøld, sum endaði 3-1 til Leicester.
Meistararnir høvdu funnið spæligleðina og stríðsandan aftur, tóat venjaraskifti júst hevur verið.
Jemie Vardy fekk heiðurin at skjóta fyrsta málið hjá Leicester, tá ið 28 minuttir vóru leiktir, og níggju minuttir seinni skjeyt Danny Drinkwater eina perlu frá 20 metrinum til 2-0, og eitt korter eftir hálvleik gjørdi Vardy tað til 3–0.
Tá ið 20 minuttir vóru eftir minkaði Philippe Coutinho um støðuna við einasta málinum hjá Liverpool til 3-1.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo