Amerikumaðurin Richard Slayman var fyrsti livandi persónur, sum fekk nýra frá svíni ísett. Hann fekk tað ísett í mars mánaða, men nú er hann deyður. Áðrenn hann vóru tað bert fólk sum vóru heiladeyð, sum høvdu fingið nýra frá svíni.
Læknarnir á sjúkrahúsinum í Massachusett, har 62 ára gamli Richard Slayman fekk viðgerð, høvdu vónað, at hann kundi liva í minst tvey ár við svínanýranum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo