Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Nevndin: Uppskotið frá føroysku tilnevningarnevndini at vinna Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár er yrkingasavnið Eg skrivi á vátt pappír eftir Lív Mariu Róadóttur Jæger.

Forlagið Eksil gav út í 2020.

Í grundgeving skrivar nevndin m.a, at yrkingarnar í bókini eru festar í viðurskifti millum menniskju og í sambond við tekstir hjá øðrum yrkjarum, høvundum og heimsspekingum.

Í støðum eru yrkingarnar einfaldar og greiðar, næstan sum vóru tær neyvar greiningar av hugtøkum ella fyribrigdum í gerandisdegnum, og so brádliga verður málið sansaligt, ein eygleiðing verður tulkað ella eitt minni verður til eina mynd.

Yrkjaraegið er barn, tannáringur, lesandi, vaksin, men sjónarhornið í yrkingunum er støðugt kannandi.

Ávís viðurskifti og persónar ganga aftur, týdningarmest av øllum er ein omma, “saftiga reyðgul”, og barn hennara, sum druknar í eini á.

Tað er ikki lætt at skriva á vátt pappír. Vátt pappír ger mótstøðu. Tað sýgur skriftina í seg.

Orðini loysast kanska upp og fara at líkjast øðrum orðum enn teimum, sum ætlanin var at skriva.

Tann, sum upplivir, sansar, sær og hugsar í yrkingunum hjá Lív Mariu Róadóttur Jæger, skrivar á vátt pappír.

At skriva og at skilja er eitt høvuðsevni í yrkingunum.

Allur teksturin um savnið sæst á heimasíðu Norðurlandaráðsins - trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo