Lítliskúli og frítíðarskúlin í Lítlaskúla hava í ár fingið tann stóra heiður at vera kosin “Ársins grøni stovnur og skúli” av Hugla. Hugla-virðislønin, sum varð handað til morgunsang á skúlanum í morgun, er tekin um at hjúklað verður um náttúru og menniskju.
Í grundgevingini skriva Hugla soleiðis:
"Lítliskúli og Frítíðarskúlin í Lítlaskúla, brúka endurnýtslu í tí námsfrøðiliga arbeiðnum. Hvørja viku er útiskúli, har tey læra um náttúruna, planta og fiska v.m. sum tey matgera burturúr. Á skúlanum hava tey sankutøð, sum børnini sjálvi tøma. Rúmini eru hugnalig, og sæst at tey brúka endurnýtslu í teirra innrættan eisini. Hetta er alt týdnigarmikil partur av trivnaðinum, og at gera børn og vaksin tilvitaði um nátturu og umhvørvi."
Hugla er eitt felag, sum granskar í og arbeiðir fyri at skapa bestu karmar til børn og vaksin.
Les meira á www.hugla.fo.
Lítliskúli er frískúli og frítíðarskúli í Havn, sum leggur stóran dent á at næmingarnir hava eitt tætt samband við náttúruna. Grundhugsjónin í skúlanum er, at tað bókliga og hugsanarliga gongur hond í hond við tað skapandi, rørsluliga, handaliga og sansaliga. Hetta skapar betu fyritreytir fyri læring. Les meira á www.litliskuli.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo