Kringvarpið: Eftir summarfitíðina kunnu fyrstu næmingarnir byrja í nýggja frískúlanum Lítla skúla í Havn.
Mentamálaráðið hevur góðkent skúlan, og áhugin at skriva børn inn er stórur.
Lítli skúli hevur søkt um loyvi at hava næmingar upp í sætta flokk. 12-16 næmingar vera í hvørjum árgangi.
Í Lítla skúla verður eisini forskúli. Mentamálaráðið hevur góðkent forskúlan, men tað hevur Tórshavnar kommuna ikki gjørt enn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo