Tá ið myndin av hondini við tí lítla hjartanum var at síggja á sosialu miðlunum skilti 26 ára gamla Ohla Serhviivna, at nú var eingin vón: Myndin hon sá var av hondini á mammuni.
Síðst hon hoyrdi frá mammuni var fyri yvir einum mánaða síðani – 5. mars.
Tá vóru tað átta dagar síðani russar vóru komin inn í tann nú heimskenda Kyiv-forstaðin Butsja.
– Eg tosaði við hana í telefon ein tíma áðrenn hon var dripin, sigur dóttirin í samrøðu við VG í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo