Eftir eina viku við heldur illfýsnum veðri kunnu vit nú síggja fram til eina viku við góðveðri.
Tað verður vesturætt - millum útsynning og útnyrðing, men lítil vindur og turt við sólglottum fleiri av døgunum.
Fríggjadagin fer hann eysturum, fyrst til landsynning og leygardagin mest eystan.
Hitin fer at liggja um 10 stig alla vikuna, onkran dagin upp í eini 14 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo