Í morgin verður eysturhall lágætt, samdrigið men turt og kanska onkur sólløta seinnapartin. Hitin eini 12 stig.
Týsdagin ein ond av landsynningi, turt og seinnapartin sær sólin, hitin 13-15 stig.
Mikudagin fer hann frá landsynningi upp í útnyrðing og frískar samstundis vindin nakað, turt men móti kvøldi okkurt æli og tað kølnar eitt vet, úr 12 niður í 8 stig.
Hósdagin verður oysandi samregn allan dagin, ættin beinur norðan, frískur vindur, hitin um 7 stig.
Fríggjadagin slítur í, ættin fer úr norði niður í vestan og vindurin minkar, hitin um 8-9 stig.
Næsta vikuskifti verður góðveður, ættin ímillum sunnan og eystan, sólin sær alt vikuskiftið, turt og hitin upp í eini 12 stig.
Veðrið á vp.fo kemur frá windfinder.com og tekur støði í flogvøllinum í Vágum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo