Í morgin verður ættin fyrst landsynningur, seinni sunnan, bert eitt lítið lot og turt fyri tað mesta, hitin um 7 stig.
Týsdagin melur hann av ymsum ættum, okkurt æli men eisini løtur við sól og nakað kaldari, um 4 stig.
Mikudagin trilkar hann sum frá líður lotið av útsynningi og ímóti kvøldi fer at regna, sami hiti, 3-4 stig.
Hósdagin strúkur í vindi av lágum vestri allan dagin, sólglottar og eisini løtur tá tað regnar og tað verður nakað líggjari aftur, 6-7 stig.
Fríggjadagin strúkur í vindi til skrið av útsynningi, samdrigið og okkurt æli seinnapartin, og líggjari, uppí 9 stig.
Næsta vikuskifti verður nógvur vindur, serliga leygardagin, tá fer eisini at regna, hitin framvegis um tey 7-8 stigini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo