Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Mynd 1. Nøgdir av plantuæti í Skopunarfirði 1997-2021. Svarta strikan vísir gróðurin í ár. Turkis vísir dømi um eitt ár við góðum gróðri, grønt eitt vánaligt ár og myrkablátt eitt miðalgott ár

Mynd 2. Indeks fyri gróðurin á Landgrunninum. Brotna strikan vísir miðal fyri árini 1990-2021

Havstovan: Plantuæti er fyrsti liður í føðiketunum í sjónum og er sostatt føðigrundarlag undir djóralívinum í sjónum.

Gróðurin kann vera sera ójavnur frá ári til annað og Havstovan hevur áður víst á, at eitt týðiligt samband er ímillum gróðurin av plantuæti og tilgongd og vøkstur hjá fiski á Landgrunninum. Tí kannar Havstovan regluliga bæði nøgdirnar og vøksturin av plantuæti.

Í samstarvi við Lívfiskastøðina í Skopun verða nøgdirnar av plantuæti í Skopunarfirði kannaðar hvørja viku og kanning av tí samlaða gróðrinum verður gjørd við rannsóknarskipinum seint í juni á hvørjum ári.

Í ár hevur verið sera lítið at plantuæti á Landgrunninum, og einki tíðarskeið hevur verið við stórum nøgdum (Mynd 1, vikuligar mátingar í Skopunarfirði). Somuleiðis vísa kanningar við Jákup Sverra, at gróðurin á Landgrunninum hevur verið sera lítil í ár (Mynd 2, gróðurindeks á árliga ætikanningartúrinum í juni).

Til ber at fylgja gróðrinum her.

Mynd 1. Nøgdir av plantuæti í Skopunarfirði 1997-2021. Svarta strikan vísir gróðurin í ár. Turkis vísir dømi um eitt ár við góðum gróðri, grønt eitt vánaligt ár og myrkablátt eitt miðalgott ár

Mynd 2. Indeks fyri gróðurin á Landgrunninum. Brotna strikan vísir miðal fyri árini 1990-2021

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo