Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Mentanar- og listaumhvørvið í Tórshavnar kommunu er fjølbroytt, og tað skal tað vera. Hetta kemst fyrst og fremst av tí stóra ágrýtni, sum fólk í kreativu vinnunum og mentanarumhvørvinum hava. Sum høvuðsstaðar kommuna eiga vit at ganga á odda og stuðla hesum týdningarmikla umhvørvi, soleiðis at listin og mentanin áhaldandi kunnu mennast og vera virknar og fjølbroyttar.

Listin og mentanin gevur okkum so nógv gott og eru týðandi fyritreytir fyri, at vit trívast væl í Tórshavnar kommunu. Ígjøgnum list verður mangan orð sett á tað, sum er trupult at viðgera ella tosa um. Vit kunnu flenna í kíki, gráta ella gruna um eitt hvørt. Ja, og hvør króna, sum verður givin til mentanar- og listaumhvørvið í Tórshavnar kommunu, fáa vit aftur fleirfaldað sum samfelag.

Mentan snýr seg eisini um okkara mál. At vit áhaldandi stuðla undir føroyska málinum eitt nú við at gera meira føroyskt undirvísingartilfar.

Vit eiga at fara væl um okkara mentanararv. Í 2007 bleiv býaratlas gjørt. Stórur tørvur er á at arbeiða víðari út frá hesum býaratlasi og gera eina ætlan fyri, hvussu vit varðveita mentanararvin í Tórshavnar kommunu, eitt nú varðveitingarverdar bygningar og dámin í eldri grannaløgunum.

Vit eiga tí at

- Fáa bygningsviðurskiftini á musikkskúlanum í rætt lag sum skjótast. Og styrkja um musikkskúlaskipanina, soleiðis at fleiri fáa møguleikan at spæla ljóðføri

- Beinanvegin fáa eitt býarsavn við framsýningarhøli, sum kann hava fasta framsýning, umframt skiftandi framsýningar í styttri tíðarskeið

- Fáa til vega fleiri arbeiðshøli og betri umstøður til listafólk og venjingarhøli til tónleikarar

- Orða nýggjan mentanarpolitikk og fáa tjóðleikhúsið aftur á rætta kós

- Fáa meira list í almenna rúmið og á henda hátt styrkja um listina og listafólk, ung listafólk og samtíðarlist

-  Geva størri stuðul til býarbókasavnið, Sjósavnið og Listasavn Føroya

Elsa Berg, valevni fyri Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo