Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í kríggi og kærleika kunnu allar snildir brúkast, verður onkuntíð tikið til, og tað eru ikki eiti á snildir, ið verða royndar á Tvøroyri, nú valstríðið spakuliga herðist fram ímóti valdegnum 12. november.  Eg skilji á lagnum, at ein av snildunum er at billa fólki inn, at Listi F er tað sama sum Livilig kor, og at felags mál teirra er at gera enda á Varðanum Pelagic.

Høvið til hesa snildu spinning er ein grein, har Livilig kor greiða frá, hvussu gongst við teirra mótmæli ímóti ætlaðu útbyggingini av Varðanum Pelagic við einari lýsi- og mjølfabrikk á havnarlagnum á Tvøroyri. Har gera Livilig kor eisini greitt, at tey fara at stevna málið í rættin, um fyritøkan fær neyðugu loyvini og fer undir útbyggingina.

Og hetta verður so beinanvegin brúkt sum ræðumynd ímóti Lista F. Í besta Donald Trump-stíli verður ein ósemja um, hvørt framferðin í einari byggiverkætlan var eftir bókini ella ikki, brúkt til at seta fólk upp ímóti hvørjum øðrum.

Listi F er óheftur
Eg skal í hesum sambandi enn einaferð endurtaka, at Listi F er ein fullkomiliga óheftur listi, sum í fyrsta lagi stillar upp fyri at geva fólkinum í Tvøroyrar kommunu eitt alternativ til tað kongsveldi, sum seinastu tvey áratíggjuni hevur stjórnað býráðnum í besta einaræðisstíli.

Síðan kann eg enn einaferð við sjeytummaseymi negla upp á veggin tvær staðfestingar av, hvat Listi F IKKI er: Listi F er IKKI Livilig kor, og Listi F er IKKi ímóti Varðanum Pelagic.

Jú, gaman í, vit hava sjálvandi eitt til felags við Livilig kor, og tað er kravið um, at kommunan verður stýrd og stjórnað eftir galdandi lógum og reglum, og at fólkaræðisligar mannagongdir verða fylgdar í øllum lutum. At onkur fær tað til, at Listi F vil Varðanum Pelagic til lívs, tað sigur jú alt um hugburð og moralska kumpass hjá viðkomandi.

Vilja vinnuni væl
Um tað nú veruliga var so, at Listi F og Livilig Kor høvdu somu dagsskrá, so var sanniliga ikki nógv skilvísi í, at Livilig Kor knappliga sendi út tíðindaskriv við kravi um, at Løgtingið steðgar ætlaðu útbyggingini, og har tey boða frá, at tey standa á gáttini at stevna málið í rættin, um Varðin Pelagic fer í gongd við byggiverkætlanina. Tað vildi jú meira enn nakað annað verið ein uppskrift uppá, hvussu vit skaða okkara egna valstríð mest møguligt.

Vit á Lista F hava eitt brennandi ynski um, at alt vinnuvirksemi í kommununi fær best møguligar umstøður og karmar. Vit vilja eisini gera alt, sum stendur í okkara makt, fyri, at Varðin Pelagic fær bestu sømdir.

Tað hevði eisini verið ein sorgarleikur av teimum stóru fyri ikki bara Tvøroyrar kommunu, men alla oynna, um virkið noyddist at steðga virkseminum her og taka verandi bygningar niður. Eg havi ógvuliga ilt við at trúgva tí, sum Livilig kor skriva um hetta, nevniliga at tað í ringasta føri kann gerast avleiðingin.

Kristin & Co eiga apuna
Eitt skulu fólk tó vita, at um tað passar, og tann sorgarleikurin bleiv veruleiki, so er tað Kristin Michelsen og tær býráðssamgongurnar, hann hevur staðið á odda fyri, sum eru faddrar at kleyvarskapinum og eiga apuna – við einum ryggleysum Løgtingi sum ørindadreingi.

Tí eingin ivi er um, at farið er ógvuliga lætt um lógir, reglur og demokratiskar mannagongdir, tá alt á sinni skuldi skundast ígjøgnum fyri at fáa virkið upp at standa.

Men tað kunnu vit ikki lasta leiðsluna á Varðanum Pelagic fyri, og vónandi verður tað ikki so, at fólkið her í Tvøroyrar kommunu og øll oyggin skal revsast fyri hetta nú okkurt um 13 ár seinni.

Fyri Varðanum Pelagic
Eg eri heilt greitt fyri, at Varðanum Pelagic verður lív lagað, og álvaratos, eg fái meg heldur ikki at trúgva, at nakar í ramasta álvara er ímóti.

Tí undrar tað meg eisini, hvussu tað ber til, at ein milliarda fyritøka og eitt heilt kommunustýri eru so bangin fyri einum lítlum áhugafelag, sum valla kann sigast at hava nakra kriminella dagsskrá.

Tá virkið bleiv bygt í 2013, búði eg ikki í Føroyum, og eg fylgdi bara so hissini við í, hvat gekk fyri seg her heima. Tó hoyrdi eg ofta frá fólki, tá eg var heima, at virkið ongantíð var vorðið so flott og gott, um tað ikki júst var tí, at tað vóru so nógv, sum høvdu eina meining um byggingina.

Síðan hevur virkið givið arbeiði til nógvar hendur, og tað kunnu vit bara gleðast um her í kommununi og í allari oynni. Tí er tað nakað okur hava manglað, so er tað arbeiðspláss.

Vit líta frameftir
Tá alt hetta er sagt, má tað eisini vera loyvt at krevja, at fólkaræði verður virt, at lógir og reglur verða hildnar, og at fult gjøgnumskygni er í politiska arbeiðinum og handfaringini hjá myndugleikunum sama hvør man er.

Tað er tað, Listi F vil tryggja, men vit líta frameftir. Vit líta ikki aftureftir og krevja ikki bygningar og virksemi burtur, sjálvt um tað skuldi víst seg at verið bygt upp á ivasomun grundarlag. Men vit og allir veljararnir í Tvøroyrar kommunu hava nú møguleika fyri at tryggja, at lóg og landaskil valda í kommununi frameftir. Garanturin fyri tí er Listi F.

Arnfinn Bech
valevni á Lista F

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo