Nú kallað varð inn til fundar at velja nevndir í nýggja kommunustýrinum á Sandi, høvdu vit tríggir á Lista A vónað at fingið ávirkan á avgerðirnar, ið tiknar verða komandi 4 árini á Sandi.
Men hóast vit staðiliga hava lagt upp til samstarv millum innvaldu listarnar, mugu vit bara ásanna at tey 4 á lista C als ikki hava hug at samstarva, og at nevndarbýtið tí varð avgreitt áðrenn vit møttu til fundar.
Vit eru sera vónbrotnir um at okkara royndir at skipa samstarv á Sandi ikki bar á mál, tí komandi tíðin kemur at krevja at allar góðar kreftir lyfta í felag fyri at menna okkara bygd.
Vit tríggir á lista A vilja ynskja øllum sandingum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýttár.
Hallur Jensen
Brandur Sandoy
Poul Klementsen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo