Listasavnið: Listasavnið letur dyrnar upp 1. hóskvøld í hvørjum mánað.
Fyrstu ferð verður komandi hóskvøld 6. oktober, tá savnið er opið frá kl. 11 og til kl. 20.
Hesuferð verður skipað fyri framsýning av nýggju serframsýningini “/Imagine the Faroe Islands”.
Rundvísingin byrjar kl. 17:15 í forhøllini og tekur umleið 30 minuttir. Rundvísingin tekur støði í nýggju serframsýningini “/Imagine the Faroe Islands”, og verk úr føstu framsýningini eru eisini ein partur av rundvísingini. Til ber at royna AI-tøknina á tiltakinum.
Stutt um framsýningina “/Imagine the Faroe Islands”
Ímynda tær, um Føroyar vóru avmyndaðar av størstu listafólkunum í søguni til dømis Michelangelo, Van Gogh, Georgia o’ Keeffe ella Monet. Hvussu hevði tað sæð út?
Henda spurning hava vit sett heimsins mest framkomna eftirgjørda mynda-intelligensi.
Úrslitið av hesum fert tú at síggja á hesi serframsýning á Listasavni Føroya.
Við sermerktu framsýningini ynskja vit at leggja dent á eitt altjóða fyribrigdi og evni, ið er undir stórum frambroti. Talan er um eina samtíð, har okkara tøkniliga menning gongur ótrúliga skjótt.
Endamálið við Imagine-framsýningini er at seta spurningar við, um alt kann mennast tøkniliga. Vit seta spurningar sum eitt nú “hvat er list?”, “hvat skal listin duga?”, “hvat ger listina serstaka?”, og “kunnu myndir gjørdar við framkomnum eftirgjørdum mynda-intelligensi (e. artificial intelligence) kallast fyri list?”.
Hóskvøldið 6. oktobur kl. 17 - 20 er ókeypis atgongd á Listasavninum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo