Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

koma við sínum, eisini gjarna við input til framtíðar leiklutin hjá Listasavni Føroya.

Í sambandi við at Karina Lykke Grand tekur við starvinum sum stjóri á Listasavni Føroya, bjóðar Listasavn Føroya inn til kaffiprát. Eitt óhátíðarligt høvi at práta um virksemi á savninum, at koma við góðum hugskotum ella bert at nýta høvi at heilsa uppá og síggja framsýningarnar.          

Kaffiprát verður týsdag til fríggjadag í komandi viku frá kl. 15 til 17. Í hesum sambandi verður skrivstovan flutt út í kaféina í forhøllini, soleiðis at gott pláss er at heilsa uppá. 

”Eg gleði meg til tær næstu vikurnar og mánaðirnar at hitta øll, ið hava áhuga fyri savninum, at hitta listafólkini í Føroyum umframt gestirnar á savninum. Til kaffiprátið eru vit eisini til reiðar at taka ímóti input, sum partur av framhaldandi arbeiðinum at menna Listasavn Føroya til eitt enn meiri viðkomandi stað fyri gestirnar á savninum. Øll eru hjartaliga vælkomin at heilsa uppá afturvið einum kaffimunni”, sigur Karina Lykke Grand.

Fyrst og fremst er ætlanin at styrkja savnið, sum ein viðkomandi og sjónligan stovn, ið styrkir kunnleikan til føroyska list fyri eini breiðari fjøld. Harumframt er ætlanin at miðla, hvussu visuella listin gjøgnum tíðirnar hevur spælt ein stóran leiklut í menningini av føroyska samleikanum.

Listin hevur eini serlig evni til at fanga sereyðkenni í eini tjóð, sum ikki minst er sjónligt her í Føroyum. Í dag eru Føroyar sermerktar við nógvari list í almenna rúminum, eins og føroyingar hava nógva list hangandi í heiminum í mun til hvat vanligt er í nógvum øðrum evropeiskum londum. Eg gleði meg sera nógv til at bjóða inn til kaffiprát”, sigur Karina.

Nýggi stjórin er í summar flutt til Hoyvíkar saman við familjuni og tekur við starvinum sum stjóri á Listasavni Føroya tann 1. august.

Karina Lykke Grand tekur við eftir Nils Ohrt, sum hevur verið stjóri síðani 2011. Seinni í august verður fráfaringarmóttøka fyri Nils Ohrt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo