Fríggjadagin tann 19. juni letur upp lista framsýning við verkum eftir listakvinnuna Silju Strøm í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.
Silja Strøm var ein av trimum listafólkum, sum herfyri fekk listafólkaløn, og sagt verður um hana, at hon vísir í síni myndlist evni at arbeiða leitandi og reflekterandi, har filosofiskir, samfelagsligir og eisini humoristiskir vinklar, mangan eru flættaðir saman. Hennara serligi áhugi í málningalistini, og hennara vitan og leitan innan hendan miðil, gevur hyggjaranum eina heilt serstaka uppliving, har hon eisini heilt konkret víðkar um málningalistina sum fyribrigdi, við at arbeiða í fleiri dimensiónum.
Umframt listina hjá Silju Strøm fer Teitur Lassen at syrgja fyri tónleikinum og listfrøðingurin Kinna Poulsen sigur nøkur orð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo