Frá 2. august verður framsýning í Ribarhús í Fuglafirði við Jacob Fuglø, Hvalvík.
Jacob hevur havt fleiri framsýningar í Julianehåb (Qaqortoq) í Grønlandi. Tann fyrsta var í 1968, og síðani tá hevur hann havt fleiri framsýningar bæði í Danmark og Føroyum.
Á framsýningini vera bæði náttúru og abstrakt motiv.
Framsýningin ið hongur uppi til 23. august, kann vitjast, tá Ribarhús er opið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo