Hildigunn Tausen, sum er ættað úr Hovi, hevur altíð verið áhuga í lit og ljós spælinum í náttúruni. Hon byrjaði at mála fyrst í 2000, men ikki fyrr enn hon fór undir eina 4 ára útbúgving sum psykoterapeut, har listaterapi var ein av útbúgvingargreinunum. Her lærdi hon dirvi at opna, sleppa og finna seg sjálva, og hevur hon latið tað innara koma fram í skapandi myndum.
Gongd kom á og hon var seld til listina. Hildigunn hevur tey seinastu 13 árini búð í Danmark, men setti føtur aftur í Føroyum fyri gott tveimum árum síðani. Árini í Danmark hevur hon leitað sær íblástur frá kendum listamálarum, umframt at hon hevur verið við í tveimum gallaríum á Fyn.
Tað hava eisini verið stundir til framsýningar á fyritøkum, stovnum og kirkjum. Afturkomin til Føroyar, hevur hon haft fleiri listaframsýningar á arbeiðsplássum og matstovum, og skal tann 22. september útstillað í Smiðjuni í Lítluvík fyri sjeyndu ferð.
Hildigunn nýtur akrylmáling, ofta við spartli. Málningarnir eru sprotnir útfrá gereindisdegnum, hugflogi og kenslum í løtuni. Endamáli við málningunum er at geva hyggjaranum eina góða kenslu og uppliving, við rúm fyri hugsan og at finna nýggj motiv í málningunum, jú meira ein eygleiður.
Við á framsýningini eru eisini ymiskir kvinnu málningar, við heitinum “Eg seti mín hatt sum eg vil” og hennara vælumtóktu fuglar.
Hildigunn býr, hevur atelier og eitt lítið gallarí á Signabø.
Framsýningin er opin soleiðis:
Fríggjadagin 22. sept: 16.00—19.00
Leygardagin 23. sept: 11.00—19.00
Sunnudagin 24. sept: 14.00—19.00
Mánadagin 25. sept: 11.00—19.00
Týsdagin 26. sept: 11.00—19.00
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo