Mikudagin 7. juli letur upp listaframsýning við Sofus D. Poulsen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.
Fernisering verður mikudagin 7. juli 2021 kl. 18.00.
Framsýningin umfatar málningar úr tí føroyska landslagnum og sum nakað nýtt, verða eisini málningar við myndaevnum úr Nýggja Testamenti.
Framsýningin hongur uppi fram til 25. juli 2021.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo