Marita Nattestad sýnir fram málningar á Café Manna. Gerandisdagar frá kl. 12:00 til kl. 18:00.
Marita er fødd og uppvaksin í Miðvági. Í nógv ár hevur hon búð á Skipanesi. Hon er sera kreativ, men hevur mest fingist við listamáling.
Sína listarligu útbúgving hevur Marita tikið á Billedskolen í Keypmannahavn.
Marita Nattestad hevur luttikið á várframsýningum á Listaskálanum, har hon eisini hevur haft sína egnu framsýning.
Eisini hevur hon luttikið á framsýning á Den Frie í Keypmannahavn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo