Lions Club Tórshavn skipar aftur í ár fyri listaframsýning í Müllers Pakkhúsi á Ólavsøku.
Framsýningin verður í døgunum mánadagin 27. til hósdagin 30. juli 2020.
Hevur tú hug at framsýna tíni listarligu avrik, kanst tú fara inn á https://www.facebook.com/lionstorshavn og lesa meira um, hvussu tú tilmeldar teg til árligu framsýningina. Freistin at boða frá luttøku er mikudagin 22. juli 2020.
Hvør luttakari kann hava í mesta lagi 3 málningar við á framsýningini.
Málningar, ið skulu sýnast fram, skulu latast inn í Müllers Pakkhúsi leygardagin 25. juli millum kl. 16 - 18.
Óseldir málningar skulu avheintast aftur hósdagin 30. juli millum kl. 20.00 til 21.00
Ágóðin av framsýningini fer óskert til eitt vælgerandi endamál ella felagsskap. Hvør fær ágóðan í 2020 verður kunngjørt á www.lions.fo og aðrastaðnis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo