Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Hósdagin 6. juni kl. 17. letur upp framsýning við verkum hjá Hera av Reyni í Gallarí Williamsstovu í Niels Finsens gøtu í Havn.

Framsýningin fevnir um fleiri akrylmálningar, krit- og blýantstekningar umframt vatnlitismyndir, sum Heri av Reyni, sáli hevur gjørt.

Heri av Reyni andaðist í fjør heyst. Hann lat eftir seg rúgvismikið tilfar, og tað er ynski hjá familjuni, at almenningurin hevur møguleika at ogna sær eitt av listaverkum hansara. Talan er sostatt um eina søluframsýning.

Millum listaverkini eru nakrar krittekningar, sum Heri málaði stutt fyri at hann doyði, og sum hann hevði ætlanir um at sýna fram. Myndaevnið í hesum verkum snýr seg um orrustu og fagnað.

Heri av Reyni varð føddur í 1949. Hann var útlærdur maskinmaður og sigldi eitt skifti.  Arbeiddi síðan fleiri áratíggju sum húsavørður í Norðurlandahúsinum.

Heri var sonur kenda listamálaran Ingálv av Reyni, og longu á ungum árum sýndi hann gott hegni at tekna.

Hann hevði stóran áhuga í hesum yrki og tók fleiri kvøldskúlaskeið í list. Frá miðskeiðis í 80’unum hevur Heri miðvíst fingist við at mála og tekna.

Framsýning er eisini opin á Mentanarnáttini og í vikuskiftinum fram til 9. juni.

Opið verður soleiðis hesar dagarnar:
Hósdagin 6. juni kl. 17.00 – 20.00
Fríggjadagin 7. juni kl. 16.00 – 23.00
Leygardagin 8. juni kl. 16.00 – 18.00
Sunnudagin 9. juni kl. 14.00 – 18.00

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo