Mentanargrunnur Landsins: Gunnvá Zachariasen, Rakel Helmsdal og Silja Strøm hava fingið listafólkaløn í trý ár til burturav at arbeiða við yrkislist innan sjónleik, bókmentir og myndlist.
Inn komu 22 umsóknir, og torført hevur verið at tikið dagar ímillum dygdargóðu listafólkini, ið arbeiða á høgum støði. Samstundis frøast vit um tað fjølbroytni og grøði sum er innan tey ymsu yrkislistaøkini.
Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum, og lønirnar verða veittar umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum, eftir nevndarinnar meting, hava listalig og faklig dygdareyðkenni.Tey skulu í einum trý ára skeiði, arbeiða burturav við síni list. Listafólkalønin um mánaðin svarar í upphædd til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1.
Grundgeving frá faknevnd innan sjónleik til Gunnvá Zachariasen er soljóðandi:
Gunnvá Zachariasen hevur seinastu mongu árini arbeitt málrættað og heilhugað við leiklistini. Gunnvá er best kend sum sjónleikari, ið ber fram á pall menniskjað við øllum sínum brigdum og fjølbroytni, og bera listarligu avrik Gunnvu boð um djúptøkni og hegni í hennara arbeiðslag.
Gunnvá hevur nakrar áhugaverdar og fjølbroyttar verkætlanir fyri framman, ið bæði innibera útlendsk samstørv eins og eina leiklistastevnu ið, eins og undanfarin avrik Gunnvu, bæði eru áskoðaranum og leiklistini í Føroyum til frama. Hon hevur drúgvar royndir at fyriskipa verkætlanir og leikir á høgum listarligum støði á sínum egna leikhúsi, TVAZZ, sum hevur verið við til at gera føroysku leiklistina meira fjøltáttaða. At geva Gunnvá listafólkaløn í trý ár, meta vit er ein góð íløga, sum fer at geva Føroyum áhugaverd og øðrvísi nýskrivað verk.
Í nevndini sótu: Kristina Sundar Hansen og Barbara Hentze í Stórustovu.
Grundgeving frá faknevnd innan bókmentir til Rakel Helmsdal er soljóðandi:
Rakel Helmsdal hevur eina drúgva og greiða lýsing av sínum verkætlanum. Tær eru partvíst framhald av ymiskum træðrum, sum longu eru í ritverkinum, men boða eisini frá nýggjum. Og fakliga og listarliga dygdin tykist høg - og realistisk.
Rakel er fyrst og fremst barna- og ungdómsrithøvundur, og á hesum økinum verður hon neyvan tikin av nøkrum. Skal ein føroyskur rithøvundur, sum í høvuðsheitinum vendir sær til yngri lesarar hava listafólkalønina, er ilt at koma í tankar um nakran frægari.
Vð atliti til alt tað, sum Rakel Helmsdal longu hevur avrikað er eingin ivi um, at her fer at spyrjast fitt burturúr. Hartil er hennara verkætlanarlýsing tann, sum er best úr hondum greidd. Og Rakel er tann umsøkjarin í umsøkjarahópinum, sum hevur fingið flest virðislønir og størst viðurkenning.
Í nevndini sótu: Dorit Hansen og Jógvan Isaksen.
Grundgevingin frá faknevnd innan myndlist til Silju Strøm er soljóðandi:
Silja Strøm hevur, frá hon var heilt ung listakvinna, víst sans fyri originalum kompositiónum, sjálvstøðugum brúki av litum, og einum sterkum, persónligum og poetiskum myndamál. Silja vísir í síni myndlist evni at arbeiða leitandi og reflekterandi, har filosofiskir, samfelagsligir og eisini humoristiskir vinklar, mangan eru flættaðir saman. Hennara serligi áhugi í málningalistini, og hennara vitan og leitan innan hendan miðil, gevur hyggjaranum eina heilt serstaka uppliving, har hon eisini heilt konkret víðkar um málningalistina sum fyribrigdi, við at arbeiða í fleiri dimensiónum.
Silja Strøm er ein heilt serlig listakvinna. Hennara verk eru í føroyskum høpi unik og nýskapandi og rúma stórum potentiali. Tí meta vit, at hon sum listakvinna, vil hava stóra nyttu av tí arbeiðsfriði, ið henda listaløn gevur henni”.
Í nevndini sótu: Inger Smærup Sørensen og Jóannes Gaard.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo