Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

LISA hevur gjørt eina meting av fíggjarliga tapinum á listaøkinum síðan seinasti hjálparpakki rann út 30. apríl 2021. Listafólkini hava mist inntøkur fyri millum 3,9 og 4,3 milliónir krónur síðan 1. mai 2021 til 31. januar 2022. 

Hóast hetta fevnur hjálparpakkin, sum í komandi viku verður lagdur fyri Føroya Løgting, bert um tíðarskeiðið 9. desember 2021 - 31. januar 2022 og upphæddin er 600.000 kr. Tíðarskeiðið í lógaruppskotinum er alt ov stutt og tískil svarar upphæddin heldur ikki til tørvin.

Korona er ein demokratisk sjúka, sum rakar øll. Tað eigur hjálpin eisini at gera. 

Tað er eyðsæð, at listaøkið hesa tíðina hevur liðið álvarsliga undir avmarkaðu møguleikunum at framføra orsaka av Covid-19. Tað er ikki rætt at ein samfelagsbólkur, sum frammanundan er fíggjarliga veikur, skal rakast so hart og bera ein so stóran part av tí samlaða kostnaði alt samfelagi hevur haft av korona. Longu áðrenn Covid-19 breyt út, hoyrdi listafólkini undir samfelagsbólkin við lægstu inntøkunum. Tað er ójavnt, hvussu meint tað einstaka listafólki er rakt; men vit kunna staðfesta, at summi eru heilt álvarsliga rakt. Tað er tí sera torført at taka hesi tap. 

Tað er serliga útinnandi parturin av listaøkinum, sum hevur verið álvarsliga avmarkaður. Tað útinnandi er alt, sum krevur at áhoyrarar og áskoðarar eru til staðar. T.v.s. konsertir, sjónleikir, upplestur, framløgur o.s.fr. Tað hevur ikki verið gjørligt at framføra fyri fullum salum, hartil hava verið tíðarskeið við koronuútbrotum og tá hava avmarkingarnar verið enn størri. Hetta hevur rakt listaøkið meint. 

LISA hevur havt lógaruppskotið til hoyringar og vil við hesum skrivi heita á Føroya Løgting um at gera tvær broytingar í lógaruppskotinum. Broytingarnar snúgva seg um tíðarskeiðið lógin fevnur um og ta upphædd, ið er sett av. 

Vit vóna at Føroya Løgting tekur okkara áheitan til eftirtektar og leingir tíðarskeiðið soleiðis at hjálparpakkin tekur við tann 1. mai 2021 og at upphæddin verður økt frá 600.000 kr. til 4.300.000 kr.

Starvsnevndin hjá Listafólkasambandi Føroya

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo