og sum vanligt, miðar Lions Club Tórshavn eftir at hava eina stóra og fjølbroytta framsýning í Müllers Pakkhúsi.
Ofta hevur verið gravgangur eftir at sleppa við, og tí heldur Lions seg til leistin, sum hevur verið seinnu árini, at hvørt listafólk kann í mesta lagi hava trý verk við á framsýningini.
Freistin at boða frá luttøku á ólavsøkuframsýningini er mikudagin 24. juli, og tað kann gerast á www.facebook.com/lionstorshavn. Listaverkini, ið skulu sýnast fram, skulu latast inn í Müllers Pakkhúsi hósdagin 25. juli millum klokkan 16 og 18.
Sum vanligt, fer ágóðin av framsýningini óskerdur til eitt vælgerandi endamál ella felagsskap, og verður í næstum kunngjørt, hvør skal fáa ágóðan av ólavsøkuframsýningini 2019.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo