Fiskamarknaðurin: Øll ísfiskalínuskipini liggja við bryggju, men helst fer okkurt avstað í næstum. Trý frystilínuskip eru undir Føroyum og eitt er í altjóða sjógvi.
Streymurin harðnar sum vikan gongur og veðrið verður umskiftandi, so neyvan verður nógvur útróður, og fiskaríið er smáligt.
Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiðu og kemur væntandi at landa í vikuni. Hann er í bretskum sjógvi. Ein liggur við bryggju.
Fýra pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Trý pør fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski. Tað eina parið fiskar svartkalva.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo