- Haldi at løgmaður skyldar í hvørfall okkum sum fáast við fiskiskap à fjarleiðum við línu, hvat hansara grundgeving er fyri, at steðga hesum málið, ella um tað passar, at tað er hann sum liggur í buktini, skrivar skiparin á Eivind, Jan Vang, millum annað í eini viðmerking á sínum Facebook profili sum kann lesast niðanfyri.
- Fiskimálaráðharrin vil brúka ein leist at býta eftir, sum er brúktur í øðrum skipabólki, 75/25, tvs. vunnin rættindi og so loyvi. Málið hevur verið til hoyringar og er komið aftur til fiskimålaráðharran og hevur hann nú fullan rætt at lýsa kunngerðina.
- Men nú frættist at løgmaður er ímóti at tað verður býtt uppá handan mátan, sum er brúktur fyrr og nú skal aftur vera sama óskil sum onnur ár við olympiskum fiskiskapi. Haldi at løgmaður skyldar Føroya fólki, um ikki, so hvørfall okkum sum fáast við fiskiskap á fjarleiðum við línu, hvat hansara grundgeving er fyri at steðga hesum málið, ella um tað passar, at tað er hann sum liggur í buktini, skrivar Jan Vang.
- Leisturin sum Vestergaard ætlaði at brúka, hevði gjørt, at tað var lív laga hjá línuflotanum, sum hevur virkað nú í nøkur ár á fjarleiðum, men hetta sum nú verður aftur ella um kvoturnar skulu deilast út á øll línuloyvir, ger at eingin yvurlivir.
Eginkvota-Fiskimålaråharrin-Løgmadur Fólkaflokkurin lovadi veljarum, at eginkvota skuldi fåast uppå plåss fyri...
Slået op af Jan Vang i Onsdag den 17. marts 2021
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo