Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað vóru røddur frammi um at vit høvdu fingið góða fiskiveiðiavtalu við bretar.

Men tað eru fleiri línumenn sum eru illa nøgdir við hesa avtalu, og ikki minst handfaringina av kvotuni hjá fiskimálaráðnum.

Fiskimálaráðið hevur býtt 300 tons av longu, 30 tons av brosmu og 400 tons av hýsu sum eginkvotur út á 21 loyvir í bólki 3.

Hetta gevur hvørjum loyvi 19,05 tons av hýsu, 1,43 tons av brosmu og 14,29 tons av longu.

Talan er um nýggj fiskirættindi og tá kvotan er so lítil, so var tað einasta rætta, at hetta var ein felagskvota í øllum førum tey fyrstu 2-3 árini.

Síðan kundi kvotan verið útlutað sum eginkvotur til teir sum gera brúk av rættindunum í bretskum sjógvi.

Og tað er sera torført fyri ikki at siga ómøgiligt at fiska hýsukvotuna við einans 2% av hjáveiðu.

Svarkalvakvotan sum er 750 tons er útlutað sum felagskvota til trolararnar í bólki 2, sum er ein skilagóð útlutan, rest skuldi eisini verið útlutað sum felagskvota, so hevði av øllum ringum ein partur av kvotuni komið til høldar.

Eisini hevur fiskimálaráðið útlutað fiskidagar á Føroya banka, og har eru útlutaðir 8 dagar á hvørt loyvi.

Fiskidagar telja frá tí eitt skip fer úr havn til komið verður aftur í havn, men tað hevur altíð verið so, at skip kunnu flyta av innaru leið og út á ytru leið og somuleiðis inn á Føroya banka á sama túri.

Men nú tá dagar aftur eru útlutaðir á Føroya banka eru broytingar hesum viðvíkjandi, nú skal tað farast beinleiðis úr havn út á Føroya banka og í havn aftur og tað skal landast, sum er fiskað á Føroya banka.

Um vit taka eitt frystilínuskip til dømis, so skal tað vera úr havn í 8 døgn, harav er tað 7 døgn aktivt til fiskiskap, vanliga eru túranir 30-40 dagar.

Er fiskimálaráðið sett í verðin fyri at gera tað truplari at dríva fiskiskap?

Er tað ein góð grøn loysn at skip skulu sigla 10-12 tímar hvønn vegin eftir at hava fiskað í 7 dagar fyri at landa nakrar fiskar, sum gott kunnu liggja í lastini í ein mánað afturat?

Vit eru fleiri línumenn sum ikki skilja árbeiðsháttin og treytirnar hjá fiskimálaráðnum í hesum báðum útlutingunum.

Ónøgdir línumenn

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo