Næsta tiltakið hjá Ocean Cluster Faroes snýr seg um línufiskiskap. Á skránni vera spennandi framløgur frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Havstovuni, Føroya Reiðarafelagi, Felagnum Línuskip og Sjókovanum.
Veiðan hjá línuskipum í føroyskum øki hevur verið minkandi, og umleið helmingurin av veiðuni seinastu árini hevur verið veiddur í útlendskum øki, men hvønn týdning hevur atgongdin at fiska uttanlands fyri línuskip? Hetta fara vit at umrøða á næsta tiltakinum hjá Ocean Cluster Faroes, sum verður mikudagin 6. november kl. 14.00 á Bátasavninum í Leirvík.
Magni Laksáfoss frá Sjókovanum byrjar við at leggja fram samanbering av fiskiskapinum hjá línuskipum á ymsum leiðum við støði í veiðudagbókum og vísindaligum kanningum hjá línuskipum. Síðani kemur Petur Steingrund at hugleiða um, hvørjar niðurstøður kunnu gerast um støðuna hjá toskastovnunum út frá tølunum. Eisini fer Stefan í Skorini at hugleiða og greiða frá um samráðingarnar í NAFO høpi, og Kristian Martin Petersen frá Felagnum Línuskip fer at greiða frá, hvønn týdning útlendsk veiðirættindi hava fyri flotan. At enda kemur landsstýrismaðurin í fiskivinnu – og samferðslumálum, Dennis Holm, at draga saman um og at tosa um, hvørjar ætlanir og avbjóðingar Landsstýrið hevur, tá tað kemur til fiskiveiðimøguleikarnar hjá línuflotanum.
Sum vanligt, verður eisini høvi til ein drekkamunn og eitt prát aftaná framløgurnar.
Øll eru vælkomin til tiltakið, men neyðugt er at boða frá luttøku á heimasíðu Sjókovans.
Um Ocean Cluster Faroes
Ocean Cluster Faroes er eitt netverk við endamálinum at stimbra nýskapan og burðardygga menning í føroyskum sjófeingisvinnum. Ocean Cluster Faroes skipar fyri tiltøkum um viðkomandi evni fyri føroyskar sjófeingisvinnur. Limir í Ocean Cluster Faroes eru vinnufyritøkur, granskingarstovnar og aðrir áhugapartar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo