Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tað besta eg veit við hesum at seta sær eitt mál er, at ein hevur eitt ella annað atlit til tann tónleikaliga fongin, sum eitt nú Linda Andrews hevur.

Onkuntíð setur sær ein spurningin, um hetta ella hatta kundi ført til nakað meira, men eg fekk skjótt eina kenslu av, at Linda kundi so nógv meira enn onnur.

Man kann so altíð føra hennara tónleik til eitt ella annað gospelkent, tí har er tað heila sprotti úr, men eg haldi Linda vil okkurt meira?

Onkuntíð fari eg á eina ferð frá andaliga boðskapinum yvir í onkra meira aðra tráan eftir kærleika og nærleika, men er tað ikki júst tað vit menniskju vilja og eru sett at føra út í lívið?

Vit hva øll ein ella annan førleika við okkum, sum sjálvandi eisini myndar tann listaliga partin av okkum, sum eg sanniliga eisini føli Linda vil gera upp við!

Eg føli eisini eina kenslu av brotnum, falnum og sorgkendum strofum, sum Linda gjarna vil hava okkum a, sum nýggja útgávan eisini ger upp við.

Tónleikaliga samansetingin fær meg á júst hesa ferðina, tí her hevur tað onkursvegna eydnast teimum at seta hetta saman til eina samlaða eind, sum fær meg at kenna kensluna av tráan eftir onkrum kensluligum, men so sanniliga eisini viljanum eftir at skapa eitt samanhangandi verk!

Akkordsamansetingin er sera væl frágingin og eri eg ikki sørt hugtikin av klaverspælinum, sum fyllir alt tað út, sum eg onkuntíð føli manglar.

Gjøgnumførda gospel kenda sjangran setur Lindu á júst tað støðið har hon hoyrir heima, tí “babirara” kenslan og mín tráan eftir tí eksperimentirella fær júst tað eg vil hava!

Í lagnum “Be Brave” kenni eg eisini eina góða kenslu og væl svingandi tónleik á tí meira stilla, sum kortini svingar seg upp, har Linda gevur eina áheitan um at halda á, sjálvt um lívið mangan kann tykjast torført.

Tað er ongin ivi um, at tónleikurin savnar seg um røddina og tað improvistska í tónleikaligu ljóðmyndini, sum Linda vil hava okkum við á.

Í práti við Lindu, sigur hon millum annað:

Í samband við at eg gjørdi eina sjónvarpskonsert á DK4 fyrr í ár, er upptøkan nú komin út sum ein live útgáva.

Útgávan sum hevur fingið heitið “Live at Studio 55”, inniheldur 10 av mínum løgum í akustiskum klædningi.

Við mær á upptøkuni havi eg 4 tónleikarir úr Danmark og Svøríki, ávikavist á klaver, kontrabas, guitar og perc.

Við á upptøkuni havi eg eisini 4 kórsangarar og á tveimun løgum luttekur gospelkórið “The Amazing Gospel Singers” sum eg havi stjórna.
Útg

van rúmar bæði lekkur funk/soul løg og stórar pop balladur.

Løgini á útgávuni handla um kærleika og lívið sum heild og ikki minst tað lívið hevur lært meg higartil.

Credits:
MD & Keys: Mikael Nordmark
Kontrabas: Maciej Szymczynski
Guitar: Flemming Danielsen
Trommer/Perc: Björn Jönsson
Backing Vokaler: Tilde Vinther
Backing Vokaler: Claus Christensen
Backing Vokaler: Nadia Nouamani
Backing Vokaler: Claes Wegener
Mix: Simon Jørgensen
Masterering: Holger Lagerfeldt
Gospelkor: Finn Geisler, Finn Ferjá, Michael Toma Gregersen, Jens Mølgaard, Marianne Pagh, Simone Lunding Lauridsen, Charlotte Justesen, Lea Nikander, Mette Annie Terkelskov Jensen
Photo: Simon Nielsen
Layout: Hanna Andreasen fyri Tonito.fo

Raðfylgja á útgávuni:
1. Save your love for me
(Linda Andrews, Joachim H. Jørgensen, Yoris Rasenberg)
2. Born Again in your eyes
(Linda Andrews, Mikael Nordmark, Claus Christensen)
3. Heaven On Earth
(Linda Andrews, Mikael Nordmark, Claus Christensen)
4. Awake
(Linda Andrews, Raciel Torres)
5. Amazing
(Linda Andrews, Jesper Rasmussen, Jens Oettrich)
6. Nasty Love
(Linda Andrews, Narada Michael Walden, Kåre Jacobsen)
7. Be Brave
(Claus Christensen, Magnus Funemyr, Rune Braager)
8. Losing You
(Linda Andrews, Mikael Nordmark)
9. Sweet Love
(Linda Andrews, Mikael Nordmark, Claus Christensen)
10. Never Gonna Live Without You
(Linda Andrews, Mikael Nordmark, Claus Christensen)

Útgávan er bert at finna á ymsum stroymingarpallum!

Linda heldur fram:

Eg havi solo konsertir av og á runt um í Danmark og eg vóni eisini at koma heim til Føroyar at hava konsertir skjótt. Havi eina konsert 30. apríl og so skal eg eisini syngja á Jazzfestivainum í Keypmannahavn 5 juli. Syngi framvegis nógv gospel og eg stjórni eisini gospelkóri, samstundis sum eg havi gospelkonsertir og gospelworkshops runt um í Danmark.

Nýggja live útgávan hjá mær haldi eg sjálv er mín besta útgáva. Hetta er ein útgáva sum lýsir væl mítt tónleikaliga univers.

Fríðálvur A. Jensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo