Tað verður stilt og gott veður við sól komandi dagarnar.
DMI skrivar, at kanska verður besti dagurin mikudagin, tá kemur hitin upp í eini 13 stig, annars verður ikki so nógv lýðka í luftini men meira bara lítil vindur og eisini nakað av sól.
Tað verður turt alla vikuna og ættin mest millum landsynning og eystan. Tá plagar at vera best veður vestanfyri, og vandi fyri mjørka sumstaðni eystanfyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo