FSF: Í dag klokkan fimm tekur føroyska U21-landsliðið ímóti Hvítarusslandi, og tá dómarin, ið er úr Aserbadjan, floytar dystin av, er seinasta punktum sett fyri hesari EM-undankappingini.
Undan dystinum í dag eru Føroyar á fjórða plássi í bólkinum við sjey stigum, eitt stig framman fyri Hvítarussland, sum er á fimta plássi við seks stigum. Aftast er Andorra við trimum stigum.
Fremstu liðini eru Portugal, Kroatia og Grikkaland, ið hava ávikavist 24, 19 og 17 stig, áðrenn seinasta umfar.
Eyðun Klakstein stendur á odda fyri føroyska U21-landsliðnum, og nú smáir tveir tímar eru til dyst, hevur landsliðsvenjarin kunngjørt liðið.
Ari Petersen verður í mál, og verjuna manna Ási Dam, Gullbrandur Øregaard, Børge Petersen, Elias Rusborg og Martin Agnarsson. Á miðvøllinum frá byrjan verða Áki Samuelsen, Emil Weihe Joensen, Noah Mneney, ið eisini er liðskipari, og Olaf Báðrarson, og fremsti maður verður Jørgen Nielsen.
Á bonkinum sita Jóanes Davidsen, Jákup Vilhelmsen, Bergur Poulsen, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Ejvind Restorff Mouritsen, Jens Erik Bruhn, Beinir Nolsøe, Leivur Fossdal Guttesen og Gutti Dahl-Olsen.
Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo, og á atgongumerki.fo. Kostnaðurin er 95 krónur fyri vaksin, meðan tað er ókeypis atgongd fyri børn, 14 ár og yngri.
Til dystin í dag bjóðar FSF øllum áskoðarunum ókeypis kaffi og kaku í miðhæddini á vestursíðuni á Tórsvølli.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo