Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Malena Olsen og hinar á føroyska U19-landsliðnum stríddust væl allan dystin á tamb móti Norðurírlandi - Mynd: www.FSF.fo

Malena Olsen og hinar á føroyska U19-landsliðnum stríddust væl allan dystin á tamb móti Norðurírlandi - Mynd: www.FSF.fo

Malena Olsen og hinar á føroyska U19-landsliðnum stríddust væl allan dystin á tamb móti Norðurírlandi - Mynd: www.FSF.fo

FSF: – Vit møttu einum sterkum norðurírskum liði, og vit mugu bara viðganga, at tær vóru betri. Men eg eri kortini sera væl nøgd við liðavrikið hjá okkara gentum. Tær stríddust væl, og kempaðu allan dystin á tamb, sigur venjarin, Eyðvør Jakobsen við heimasíðuna hjá FSF.

Leygardagin spældu føroysku U19-genturnar annan dystin í EM-undankappingini, sum í hesum døgum er í Norðurírlandi. Eftir at føroyska liðið tapti fyrsta dystin tepurt fyri Aserbadjan, vóru norðurírsku genturnar ein ov stórur biti, og úrslitið gjørdist 5-0 til Norðurírland.

Eftir tvey umfør hava Norðurírland og Malta 4 stig, Aserbadjan hevur 3 stig, meðan Føroyar hava sítt fyrsta stig til góðar.

Seinasta umfar í kappingini verður spælt týsdagin 12. apríl klokkan 14:00. Tá møtast Malta og Føroyar, og Aserbadjan og Norðurírland.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo