Ongantíð áður hevur Setrið fingið so nógvar umsóknir sum í ár. Ongantíð hava so nógvir umsøkjarar fingið bjóðað lestrarpláss sum í ár. Og ongantíð áður hava so nógv gingið á Setrinum, sum tað fara at verða í lestrarárinum, sum nú byrjar.
Nú allar umsóknir eru endaliga avgreiddar, er greitt, at tað eru leys lestrarpláss. Gert tú skjótt av, so kanst tú fáa eitt av hesum lestrarplássum. Seinasta freist at søkja er dagurin, tá ið undirvísingin á einstøku útbúgvingunum byrjar.
Trýst á leinkið niðanfyri – har sært tú, á hvørjum útbúgvingum leys pláss eru, nær umsóknarfreistin er í hvørjum einstøkum føri, og har finnur tú eisini umsóknarblað.
Far inn á leinkið her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo